Slag | Lýsing |
---|---|
Persónbilur M1 | Bilur, ætlaður upp í níggju fólk við bilførara og eini heildarvekt upp á 3.500 kg. |
Persónbilur M2 | Bussur, ætlaður til meira enn níggju fólk við bilførara, við eini heildarvekt upp í 5.000 kg, og bilar, sum eru ætlaðir upp í níggju fólk við førara og heildarvekt yvir 3.500 kg. |
Persónbilur M3 | Bilur, ætlaður til meira enn níggju fólkvið førara og eini loyvdari heildarvekt yvir 5.000 kg, og liðbussum uttan mun til vekt. |
Vørubilur N1 | Bilur, ætlaður til vøruflutning við loyvdari heildarvekt upp í 3.500 kg. |
Lastbilur N2 | Lastbilur, ætlaður til vøruflutningi, ið hevur loyvda heildarvekt millum 3.500 kg og 12.000 kg. |
Lastbilur N3 | Lastbilur, ætlaður til vøruflutningi, og hevur loyvda heildarvekt yvir 12.000 kg. |
Húsvognur | Bilur, gjørdur til búseting. Bilur, við loyvdari heildarvekt upp í 3.500 kg, verður mettur sum persónbilur M1, meðan bilur við loyvdari heildarvekt yvir 3.500 kg, verður mettur sum persónbilur M2/M3. |
Sovibussur | Persónbilur M2 eller M3, innrættaður so at øll ella summi sitipláss kunnu gerast til legupláss. Setur, ið kunnu leggjast 45 stig niður, eru ikki loyvd legupláss. |
Lítil prutl | Prutl við upprunaligari hámarksferð upp á 30 km/t. |
Stórt prutl | Prutl við upprunaligari hámarksferð yvir 30 km/t, men í mesta lagi 45 km/t. |
Motorsúkkla | Motorsúkkla |