Hvørji ymisk dekk eru?

Tey ymsu dekksløgini:

• Diagonaldekk (bert til ellisakfør)
• Tekstilradialdekk (nýtast næstan ikki meira)
• Stålradialdekk (flestu dekk eru av hesum slag)

 

Stålradialdekk framleiðast í dag í ymiskum sløgum:

Run flat dekk verða nýtt til nøkur fá bilasløg, eitt nú BMW og Mercedes. Tað eru dekk, ið kunnu halda á at koyra, sjálvt tá tey punktera (upp til 300 km við 80 km/t). Tað er sera hent, men minst til, at tey bert kunnu nýtast til teir bilar, ið eru góðkendir til hesi dekk og tí kanst tú ikki lættliga keypa tey til bilin. Lógin krevur, at tú bert nýtir run flat dekk til bilar, ið hava dekktrýsts-eftirlit, ið boðar frá á tólborðinum í bilinum, um feilur er í dekktrýstinum. 

 

Seal-dekk er eitt nýggjari dekkslag. Tað eru dekk, ið hava eitt eyka botyl-lag innan í dekkinum (botyl er tilfar, ið slangur eru gjørdar úr). Kemur eitt nú ein seymur í dekkið, kann hann takast úr – og dekkið bøtir seg sum so sjálvt. Hesi dekk finnast enn bert í ávísum støddum (t.d. verða VW Passat CC og VW Touran framleiddir við hesum dekkum).

 

Slitlagsdekk (ið eisini kallast regummierað dekk) eru dekk, har grundformurin á dekkinum verður endurnýttur og nýtt slitlag (mynstrið á dekkinum) verður lagt á. Tað nýggja slitlagið verður fest við gummiherðing. Vit viðmæla ikki at koyra við regummieraðum slitlagsdekkum.

 

Hvat er eitt slangufrítt dekk?

Allir nútímans bilar koyra við slangufríum dekkum. Slangur mugu ikki setast í eitt dekk (t.d. eftir eina punktering), ið er gjørt uttan slangu. Hetta kann elva til at dekkið brestur.

 

Hvørji eru tey ymisku dekkmynstrini?

Dekkmynstur kunnu býtast í 4 bólkar: 

  1. Vanligt mynstur, har eginleikin er tann sami, óansæð hvønn veg, dekkið vendist.
  2. Ósamsvarandi dekkmynstur eru gjørd á sama hátt, sum vanlig mynstur, men slitlagið er deilt í tvey ella fleiri partar, ið hevur við sær, at tann eini aksilin skal venda úteftir og hin inneftir. Hetta verður víst við einum merki á síðuni á dekkinum.
  3. Stevnufast dekkmynstur peikar ein ávísan veg. Hetta verður víst við einum píli á síðuni á dekkinum.
  4. Harafturat eru dekk, ið bæði hava ósamsvarandi og stevnufast mynstur. Tað merkir, at eina dekkið verður sett á høgru síðu, og hitt á vinstru.