Hvat er eitt heilársdekk?

Summardekk egna seg best til summarið, og vetrardekk egna seg best til veðrið um heystið og veturin. Tú kanst eisini kanst fáa hóskandi heilársdekk. Hóast heilársdekk hvørki hava somu eginleikar sum summar- ella vetrardekk, kann tað vera ein góð loysn, um tú ikki koyrir so nógv árliga – og um tú vanliga ikki koyrir vetrardagar, fyrr enn vegirnir eru grivnir og saltaðir. 

 

Nær skal eg koyra við summardekkum – og hví?

Tú skalt koyra við summardekkum summarhálvuna av árinum, t.v.s. frá fyrst í apríl til síðst í oktobur. Grundin til hetta er, at summardekk eru gjørd til at koyra á heitari vegi, sum hann oftast er hesar mánaðirnar. Við summardekkum á bilinum í summarhálvuni koyrir, stýrir og bremsar hann betur. Tey flestu summardekkini á marknaðinum í dag eru gjørd úr tilevnaðum gummiblandingum, ið eru orkusparandi at koyra við um summarið, meðan tey um veturin, tá ið vegirnir verða kaldir, verða hørð og plastlíknandi. Vegfestið verður tí ov vánaligt.

 

Nær skal eg koyra við vetrardekkum – og hví? 

Í vetrarhálvuni – t.v.s. frá uml. 1. novembur til 1. apríl – er tryggast at koyra við vetrardekkum. Vetrardekk eru framleidd úr silikatilfari og/ella natúrligum gummi, ið hevur við sær, at tey halda smidleikan sjálvt í ógvisligum kulda. Sostatt eru tey góð bæði at bremsa og stýra við.
 

Tað er eitt rættiliga vánaligt hugskot at koyra við vetrardekkum alt árið, tí dekkini tola ikki hitan um summarið. Í nógvum hita verða vetrardekkini hørð, og bremsiførleikin verður vánaligur.
 

Kunnu kavaketur setast á øll dekk? 

Ja, tað kunnu tær. Men tú skalt tryggja tær, at kavaketurnar eru ætlaðar til ta dekkstødd, sum er á bilinum. Tað er eitt gott hugskot at royna kavaketurnar heima, áðrenn tú fert út í kavan og skal brúka tær.

 

Er nøkur skjótleikatalva til vetrardekk?

Ja, øll dekk, eisini vetrardekk, hava skjótleikaindeks (eisini kallað speedindex). Tó er ein regla í Týsklandi, ið sigur, at koyrir tú við vetrardekkum og lægri skjótleikaindeksi enn tað, ið bilurin er góðkendur til, skal eitt skjótleikamerki verða sjónligt í bilinum.