Hvussu lesur tú tað, ið stendur á  síðuni á dekkinum? 

Á síðuni á dekkinum stendur nógv kunning um dekkið hjá tær, eitt nú um førleikar og framleiðslu. Tí kann tað vera eitt gott hugskot at taka sær tíð til at lesa tað, ið stendur á. Her er nakað av tí mest umráðandi at skilja.
 

Koturnar á dekkinum t.d. 205/55/ R 16 91V):

  • 205 Breidd í mm
  • 55 Hædd (dekkhæddin er 55 % av breiddini)
  • R-teknið merkir radialdekk
  • 16 Felgutvørmát (í tummum)
  • 91 Tyngdarindeks ”91” = hámarkstyngdin er 615 kg (sí Tyngdarindeks)
  • V Skjótleikatekin, vísir á hámarksferð V = 240 km/t. (sí Skjótleikaindeks)
  • Onnur kunning kann leggjast aftrat, alt eftir stødd og tí, ið skjalið sigur: 
    • ”REINFORCED” ella ”EXTRA LOAD” eru fyri styrkt dekk, ”M+S” fyri vetrardekk
    • ”Kavaflykru”-teknið. Hetta eyka frámerkið á M+S dekkinum vísir, at dekkið møtir tey ymisku krøvini og tryggjar góðar vetrar-førleikar. 

Hvussu kann eg vita, hvussu nógv dekkini larma? 

Á ES-merkinum á dekkinum sært tú, hvussu nógv dekkið larmar, meðan tú koyrir. Talið stendur í desibellum (dB).

> Síggj filmin

 

Hvat er rullimótstøða?

Rullimótstøðan sigur nakað um brennievnisnýtsluna á dekkinum. Minni rullimótstøðan er, meiri brennievni verður spart og harvið er minni CO2-útlát. Bólkur A-dekk hava ta bestu brennievnisnýtsluna, og fyri hvønn bólk frá A til G økist brennievnisnýtslan uml. 0,1 litur pr. 100 km á einum bili, ið koyrir uml. 15 km/t. Bólkur D verður ikki brúktur.

 

Hvat skal eg gera, um eg punkteri?

Tað eru fleiri ymisk sløg av eykahjólum og bráðfeingis amboðum. Les meira um tað í handbókini til bilin hjá tær.

 

Er eingin 12V elpumpa í bilinum og einki eykahjól, kanst tú ringja eftir hjálp á tlf. 320 500. Er holið lítið, kanst tú fylla luft í dekkið og koyra til næsta verkstað.

 

Tú kanst ikki bøta eitt dekk sjálv/ur. Hetta eigur tú at lata fakfólk gera.

 

Hvussu tryggi eg mær besta vegfestið?

Tú tryggjar tær besta vegfestið við røttum lufttrýsti í dekkunum og við at brúka dekk, ið hóska til hitan. Upp á sama máta sum tú gongur í sandalum um summarið og stivlum um veturin, eigur bilurin at skifta millum summar- og vetrardekk. Heilársdekk eru sum nógvir skógvar – ov heitir um summarið og ov kaldir um veturin.

 

 

Skjótleika indeks

 

Hvat er skjótleikaindeks?

Skjótleikaindeks vísir á hámarksferðina hjá dekkinum í sambandi við tyngdarkotuna, sum framleiðarin hevur sett á dekkið.

Tyngdar indeks

 

Hvat er tyngdarindeks?

Tyngdarindeksið (tølini) vísa á ta loyvdu hámarkstyngdina, sum dekkið klárar at bera við tí ferðini, sum stendur í skjótleikaindeksinum.