Hvussu velji eg tey bestu dekkini til bilin?

Slagið av dekkum, sum upprunaliga eru undir bilinum, eru vald við koyriførleikum hjá tí einstaka bilinum í huga. Men at velja tey bestu dekkini er ofta ein spurningur um tørv. Øll dekk hava fyrimunir og vansar, og vit hava ikki eitt dekk, ið dugir alt. 

 

Tí er umráðandi, at tú finnur útav hvønn tørv, tú hevur: Koyrir tú mest býarkoyring? Koyrir tú nógvar langar túrar? Hvat hevur størstan týdning? Skal tað larma minst møguligt? Hava langa livitíð? Gott samband við vegin? Vera ”grønt”? 

 

Tað er nógv, ið spælir inn, eitt nú koyristílur, umhvørvið, góðskan á vegunum og um tú yvirhøvur koyrir stuttar ella langar teinar. Kom og práta við okkum og lat okkum hjálpa tær at finna tey dekkini, ið nøkta tín tørv.

 

Havi eg loyvi til at koyra við ”blandaðum” dekkum? 

Lógin sigur, at øll fýra dekkini skulu vera av sama slag, t.v.s. fýra summardekk, fýra vetrardekk ella fýra heilársdekk. Tó ber tað til at blanda heilársdekk og vetrardekk, um tey hava M+S-merkið, men hetta frámæla vit avgjørt. Tað er loyvt at koyra við dekkum av ymiskum merkjum og mynstrum, men hetta frámæla vit, bæði av hentleika- og trygdarávum.

 

Hvar á bilinum skulu tey bestu dekkini vera?

Tey bestu dekkini eru tey, ið hava nógv mynstur. Dekkini, ið hava djúpast mynstur, skulu altíð vera á bakásanum uttan mun til, um bilurin hevur forhjóls- ella bakhjólsdrátt.

 

Hvørjum dekkum kann mín bilur koyra við?

Tín bilur kann og skal koyra á teimum dekkum, ið hann er góðkendur til. Tú kanst brúka onnur mát, um so er at rulliummálið (+/- 5%), rætta skjótleikaindeks (eisini kallað speedindex) og tyngdarindeks (eisini kallað loadindex) verður hildið. Vit mæla til, at rulliummálið verður hildið so tætt at tí góðkenda, sum til ber. Ofta sæst dekkstøddin í bilførarahurðini, á durastólpanum ella í handbokini.

 

Hvat er aquaplaning?

Aquaplaning er nakað av tí hættisligasta, ið kann henda tær í bilinum. Hetta hendir á vátum vegi, har meiri vatn er enn tað, ið dekkið fær trýst burtur. Dekkið missir tí vegfestið og fer at flóta oman á vætuni. Harvið hvørvir stýri- og bremsuførleikin. Jú minni dekkmynstrið er, jú størri er vandin fyri aquaplaning. 

 

Tak ikki kjansin við dekkmynstrinum. Er djúpdin á mynstrinum undir 3 mm, verður bremsilongdin økt, og vandin fyri aquaplaning verður fýra ferðir størri.

 

Eru serstøk krøv til dekkini á bilinum, tá ið eg koyri við eftirvogni ella húsvogni?

Fyri at tryggja sær bestu koyriførleikarnar, meðan koyrt verður við húsvogni ella eftirvogni, skal trýstið í bakdekkunum hækkast 0,4 barr (6 psi) í mun til dekstrýstið við ’vanligari tyngd’. Minst til, at dekstrýstið skal mátast, meðan dekkini eru køld.

 

Hvørji dekk til eftirvogn og húsvogn?

Eftirvognar og húsvognar skulu koyra við dekkum, ið teir eru góðkendir til. Ansa eftir, tí dekk til hús- og eftirvognar skulu pfta tola meira vekt enn persónbilar. Kanna regluliga, um dekkini hava rivur ella annan skaða. Finnur tú rivur ella skaða, verður rátt til at skifta dekkið fyri at sleppa undan, at tað brestur. 

 

Dekk til viðfestisvognar, ið eru Tempo 100-góðkend, kunnu halda upp í seks ár, og skjótleikamerkingin skal minst eita ”L”, ið samsvarari við 129 km/t. Tyngdarindeksið á dekkinum skal samsvara við loyvdu totalvekt á viðfestisvogninum.