Hvat er eftirlit av lufttrýsti á dekkum – TPMS?

Síðan 1. novembur 2012 skulu allir nýggir typugóðkendir persónbilar í ES hava eina TPMS-eftirlitsskipan í sambandi við UNECE-akfarsreglugerðina (kunngerð ECE-R64). Frá 1. novembur 2014 skulu allir nýggir persónbilar, ið verða seldir í ES, verða útgjørdir við TPMS. Somuleiðis fevnir hetta um allar gulplátubilar, sum eru framleiddir eftir 2012 og umbygdir í Danmark til at rúma 9 fólkum. Kassa- og chassisbilar eru ikki undir nýggja kravinum enn, og ætlanin er ikki at broyta kravið til gamlar bilar. Lógin er galdandi fyri bilar upp í 3.500 kg.


Allar TPMS-skipanir skulu fylgja lógarkravinum. Skipanin skal máta og senda boð frá øllum hjólum min. 10. hvønn minutt, og skipanin skal skráseta, um dekktrýstið fellur meiri enn 20 % ella undir 1,5 barr. 


Tað eru tvær skipanir: Óbeinleiðis TPMS er knýtt saman við ABS- og ESP-skipanunum og mátar munin á snúningsferðini á hjólunum. Økist ferðin á einum hjóli, verður tvørmátið minni, og trýstið fellur í dekkinum. Einki verður mátað, tá ið bilurin stendur stillur. Beinleiðis TPMS brúkar elektroniskan sensor, ið mátar dekktrýstið og hitastig og sendir kunningina gjøgnum radiobylgjur á 433 MHz til stýrisskipanina í bilinum. Skipanin mátar eisini á eykahjóli, um nakað eykahjól er.


Upprunalógin var bara galdandi fyri persónbilar (typu M1). Av tí góðu ávirkan, ið TPMS-skipanin hevði á umhvørvið, trygdina og búskapin, tók lógarstýrið í Bruxelles í 2019 eina týðandi avgerð um at seta ta dagførdu útgávuna av UN ECE-reglugerðina frá 2017 (nú kend sum UN ECE R141) í verk. Tann dagførda reglugerðin víðkaði kravið til N1 (vøruvognar), ið eru sniðgivnir og bygdir til vøruflutning og ikki viga meir enn 3,5 tons. Kravið fer eisini at fevna uml M2, M3, N2 (lastbilar), N3, O3 og O4. Tosað verður um at býta UN ECE R141 reglugerðina í tvey, alt eftir akfarslag.


Lógarbroytingin er úrslit av endurskoðaða General Safety Regulation-skrivinum, ið varð sett í verk í 2019 við endamálinum at bøta um trygdina í ES. Saman við TPMS ávirkar tað dagførdað skrivið eisini aðrar trygdarskipanir, so sum ADAS, gongu- og ferðafólkatrygdarskipanir, bremsu, ljós, stýring o.a.


Tann dagførda TPMS-reglugerðin er ætlað at byrja við eini tvey-ára innleiðslu: Frá juli 2022 verður TPMS-krav til øll nýggj M1-akfør og allar nýggjar typugóðkenningar fyri akfarsbólkarnar M2, M3, N1, N2, N3, O3 og O4. Seinni í 2024 verður TPMS-skipaning kravd til allar nýggjar skrásetingar í hesum akfarsbólkum: M1, M2, M3, N1, N2, N3, O3 og O4. Í sambandi við COVID-19, verður lagt upp fyri broytingum í tíðarætlanini.