Handilstreytir

Innihald

1. Atgongdar treytir

2. Bílegging

3. Prísir og gjald 

4. Gjald við gjaldskorti 

5. Sending

6. Kanning av vøru

7. Iðranarrættur

8. Endurgjaldskrav

9. Ábyrgd

10. Lóg og varnarting

11. Serligar reglur fyri vinnurekandi 

12. Tvingandi kringumstøður

13. Fyrivarni við prentvillum og líknandi

1. Atgongdar treytir

Allar upplýsingar (herímillum hesar keyps- og leveringartreytir) á dekk.fo eru á føroyskum, og avtalan verður gjørd á føroyskum. Hesar keyps- og leveringartreytir eru galdandi fyri keyp av vørum umvegis dekk.fo

2. Bílegging

Áðrenn endaliga váttan av bílegging sæst tann samlaði prísurin fyri bílagdar vørur og leveringarútreiðslur, og tú fært, áðrenn tú endaliga váttar bíleggingina, møguleika at rætta møguligar villur. Aftaná tú hevur váttað bíleggingina, fært tú ein teldupost við eini ordraváttan. Tað er týdningarmikið, at tú lesur ordraváttanina væl og gevur dekk.fo boð, um ordraváttanin ikki samsvarar við framdu bíleggingina. Bíleggingin verður goymd hjá dekk.fo.

3. Prísir og gjald

Allir prísir á dekk.fo eru í donskum krónum og eru íroknaðir mvg og onnur avgjøld, uttan so at annað serstakt stendur á vøruni. Allir prísir eru dagsprísir og verða dagførdir leypandi. 

4. Gjald við gjaldskorti

Vørur, ið verða keyptar á dekk.fo skulu rindast við gjaldskorti. Upphæddin verður trekt av konto tínari, tá bíleggingin er váttað. Tað verður aldrin trekt ein størri upphædd enn tann, ið tú hevur góðkent við keyp. Avgjald verður ikki kravt fyri at brúka gjaldskort á dekk.fo. Tú kanst nýta hesi gjaldskort: Dankort og VISA/Dankort. Tær upplýsingar, tú deilir í sambandi við keyp á netinum við gjaldskorti, eru krypteraðar. 

5. Sending

Tá tú bíleggur vøru á dekk.fo, kanst tú í samband við ordraváttan velja at fáa vøruna senda til tín. Um tú ikki velur tað, skal vøran heintast hjá okkum á Falkavegi 1, 100 Tórshavn. 

Vit tilskila okkum rætt at levera innan 7 dagar.

6. Kanning av vøru

Dekk.fo ger vart við, at so skjótt vøran er móttikin frá dekk.fo, skal hon kannast fyri villur, manglar og skaðar. Sær sendingin ella leveringin út til at hava fingið skaða, eigur móttøkan at vísast burtur. Um okkurt vísir seg at verða galið eftirfylgjandi, skal hetta fráboðast dekk.fo í seinasta lagi 14 dagar eftir móttøku av vøruni.

7. Iðranarrættur

Iðrar tú keypið, hevur tú sambært galdandi lóg 14 daga fullan aftursendingarrætt frá tí degi, vøran er latin tær.

Í sambandi við vørur, sum eru bílagdar frá fjargoymslu, fellur iðranarrætturin burtur, tá ið kundin hevur fingið váttan umvegis teldupost.

Iðran fer fram á tann hátt, at tú, áðrenn iðranarfreistin er farin, skrivliga boðar okkum frá, at tú ynskir at iðra keypið.

Tú kanst iðra keypið uttan grundgeving

Aftursendingin skal fara fram í seinasta lagi 14 dagar eftir, at vit skrivliga hava fingið boð um iðran. Fyri skjótari og lættari handfaring, mæla vit til, at tú setur teg í samband við Dekksentrið, áðrenn tú sendir vøruna aftur.

Tú rindar sjálvur fyri útreiðslur í sambandi við aftursending av vøru, og vit gera vart við, at um tú hevur valt ein annan leveringarhátt enn tann, vit bjóðaðu, tá tú keypti vøruna, so verða eykakostnaðir í sambandi við títt val av leveringarhátti ikki endurgoldnir.

Aftursendingarrætturin er treytaður av, at vøran er í somu innbjálving og standi, sum tá hon varð leverað. Tú ber ábyrgd av møguligari virðislækkan, sum kann vera komin av óneyðugari handfaring, tá tú kannaði um vøran var røtt, og um hon virkaði, sum hon skuldi. Við øðrum orðum hevur tú møguleika at kanna vøruna á sama hátt, sum vart tú í handlinum, men tú kanst ikki gera brúk av vøruni. Iðranarrætturin fellur tí burtur, um vøran verður goymd, viðfarin ella brúkt á ein hátt, sum eyðsýnt lækkar virðið á vøruni. 

Við iðran av keypi verður tann upphæddin, tú hevur goldið, flutt aftur á sama gjaldskort, sum sum varð nýtt við keyp. Tó verður ein møgulig virðislækkan trekt av upphæddini.

Upphæddin verður afturgoldin í seinasta lagi 14 dagar eftir, at tú hevur boðað frá, at tú ynskir at brúka iðranarrættin. Vit tilskila okkum tó rætt til at afturhalda peningin, til vit hava fingið skjalprógvað, at vøran er aftursend.

8. Endurgjaldskrav

Sambært keypilógini hevur tú 24 mánaðar endurgjaldskrav upp á allar vørur. Hetta merkir, at tú kanst umvæla vøruna, skifta vøruna um, fáa pengarnar aftur ella fáa avsláttur treytað av ávísu støðuni. Tað er sjálvandi treytað av, at tú hevur rætt til endurgjald, og at villan ikki er íkomin orsakað av skeivum brúki av vøruni ella øðrum skaðaelvandi atburði. Endurgjaldskravið skal fráboðast innan rímuliga tíð, eftir at skaðin er staðfestur. Um endurgjaldskravið verður fráboðað innan tveir mánaðar, eftir at skaði ella villa eru staðfest, er kravið heimilað. Vit afturrinda rímuligan fraktkostnað, sum tú hevur við aftursendan av vøruni, tá endurgjaldskaravið er heimilað. Um tú ynskir at seta fram endurgjaldskrav upp á vøru, skalt tú skrivliga boða Dekksentrinum frá umvegis teldupost dekk@dekk.fo, áðrenn tú sendir vøruna aftur. Tú verður við aftursendan biðin um at gera eina nágreiniliga lýsing av villuni. Minst til, at vøran skal sendast aftur í ráðiligari innbjálving. Um tú sendir vøruna, verður tú biðin um at syrgja fyri at fáa kvittan upp á sendingina, soleiðis at vit kunnu afturrinda fraktkostnaðin. Vøran skal sendast til Dekksentrið, Falkavegur 1, 100 Tórshavn. Vørur skulu altíð sendast aftur á sama hátt, sum tær vórðu levaraðar. Er vøran leverað av flutningsmanni ella aðrari flutningsfyritøku, skal vøran sendast aftur á sama hátt.

9. Ábyrgd

Dekk.fo átekur sær ikki nakra ábyrgd, uttan tað er nevnt í omanfyri nevndu punktum. Dekk.fo kann ikki í nøkrum føri ábyrgdast fyri óbeinleiðis tapi, íroknað tapi av upplýsingum ella fylgiskaðum. 

10. Lóg og varnarting

Ein og hvør ósemja verður avgjørd eftir danskari lóg í teimum vanligu dómstólunum við Rættinum í Tórshavn sum varnartingi.

11. Serligar reglur fyri vinnurekandi

Hesar treytir eru ikki galdandi fyri sølu til onnur vinnurekandi ella almennar myndugleikar.

12. Tvingandi kringumstøður

Óansæð møguligar mótsattar treytir í avtaluni kann dekk.fo ikki ábyrgdast fyri ikki at kunna uppfylla treytir, um hesar eru orsakað av tvingandi kringumstøðum(force majeure). Hetta er galdandi so leingi, tvingandi kringumstøður eru. Tvingandi umstøður eru viðurskifti, ið dekk.fo ikki hevur ræði á. Dømi um tvingandi kringumstøður eru; óvanlig náttúruviðurskifti, vatnflóð, kríggj, ófriður, yvirgangur, herverk, arbeiðsósemjur, út- og innflutningsavmarkingar, gjaldsoyraavmarkan, avmarkan av verksráðum, tilráðingar frá myndugleikum viðvíkjandi heilsukreppum, farsóttum ella líknandi og manglum ella seinkingum av vørum frá undirveitarum, sum elvast av hesum nevndu viðurskiftum.

13. Fyrivarni við prentvillum og líknandi

Dekk.fo tekur fyrivarni við prent- og myndavillum, útseldum vørum og mvg- og avgjaldsbroytingum.