Kunning um galdandi reglur fyri vetrardekk í Føroyum .
Við heimild í § 10, stk. 1 og 2, og § 58 a, stk. 5 í løgtingslóg um ferðslu, sbrt. løgtingslógarkunngerð nr. 14. frá 2. mars 1988 um ferðslu, sum broytt við løgtingslóg nr. 68 frá 10. mai 2000, verður ásett:
Allýsingar o.a.
§ 1. Vetrardekk eru dekk, ið serliga eru ætlað til vetrarkoyring, og sum eru merkt við:
1) M+S,
2) MS,
3) M&S,
4) M-S,
5) Mud and Snow, og
6) kavaflykru og fjallatindi, 3PMSF. Sí mynd í skjali 1.
Stk. 2. Í tíðarskeiðnum frá 1. desember til og við 30. apríl skulu dekkini hava eina mynsturdýpd, sum er í minsta lagi 3 mm.
Stk. 3. Í tíðarskeiðnum frá 1. mai til og við 30. november skulu dekkini hava eina mynsturdýpd, sum er í minsta lagi 1,6 mm.
Stk. 4. Summardekk eru vanlig dekk, ið ikki eru vetrardekk. Mynsturdýpdin skal verða hendan:
1) Fyri bilar, lendisakfør og viðfestisvognar við einari heildarvekt, sum í mesta lagi er 3.500 kg skal mynsturdýpdin í minsta lagi verða 1,6 mm.
2) Fyri onnur akfør, herundir eisini motorsúkklur og prutl, skal mynsturdýpdin í minsta lagi verða 1 mm.
Stk. 5. Píkadekk eru dekk við píkum.
Stk. 6. Píkaketur eru ketur við píkum, tindum ella líknandi.
Nýtsla av summardekkum, vetrardekkum og píkadekkum
§ 2. Ikki er loyvt at brúka summardekk í tíðarskeiðnum frá 1. desember til og við 30. apríl, uttan so, at akfarinum er tryggjað nóg gott vegtak, tá hálkað er, við at akfarið er skøtt við ketum á hjólunum á minst einum trekkási. Í hesum tíðarskeiði kunnu í staðin nýtast vetrardekk ella píkadekk.
Stk. 2. Á vognraði, har viðfestiakfarið hevur eina heildarvekt yvir 750 kg, skal viðfestiakfarið í tíðarskeiðnum og sbrt. treytunum í stk. 1, hava ketur á minst einum ási, um viðfestiakfarið ikki er skøtt við vetrardekkum.
Stk. 3. Motorsúkklur og prutl eru undantikin treytunum um vetrardekk og píkadekk, sbrt. stk. 1.
Stk. 4. Í tíðarskeiðnum 1. desember til og við 30. apríl kunnu vetrardekk einans verða nýtt, um øll hjól á akfarinum hava hesi.
§ 3. Ikki er loyvt at nýta píkadekk í tíðarskeiðnum frá 15. mai til og við 15. oktober.
Stk. 2. Tó kunnu neyðsendarakfør og akfør, sum verða nýtt í sambandi við vetrarhaldið hjá landi og kommunum, nýta píkar í nevnda tíðarskeiði teir dagar, ið hálka er. Sama er galdandi fyri stovnsbilar hjá Kriminalforsorgini og stovnsbilar hjá kommunalu heimatænastuni.
§ 4. Á bili, hvørs heildarvekt í mesta lagi er 3.500 kg, og motorsúkklu kunnu píkadekk einans verða nýtt, um øll hjól á akfarinum hava hesi. Tó kann annað dekkið vera uttan píkar, tá ið talan er um dupult monterað hjól, tvíburahjól.
Stk. 2. Á traktori, motoramboði, viðfestisvogni til traktor ella motoramboð, viðfestisamboði og øllum akførum, hvørs loyvda heildarvekt er yvir 3.500 kg, kunnu píkadekk einans verða nýtt, um øll hjól á sama ási hava tey. Tó kann annað dekkið vera uttan píkar, tá ið talan er um dupult monterað hjól, tvíburahjól.
§ 5. Ikki er loyvt at brúka píkaketur.
Tilgerð av píkadekkum
§ 6. Í píkadekkum er ikki loyvt at nýta rørpíkar, heilt spískar píkar ella píkar við fleiri tindum.
Stk. 2. Talið av píkum á hvørjum dekki má ikki víkja meiri enn 25% í mun til tað hjólið, sum hevur flest píkar.
§ 7. Píkadekk skulu annars lúka hesar ásetingar:
1) Akfør undir 3.500 kg:
a) Størsta vekt á píki:
i) Dekk til lættari lastvognar, C- ella LT-merkt dekk: 2,3 g.
ii) Onnur dekk: 1,1 g.
b) Størsta miðalútstikk av píkum á nýggjum, óbrúktum dekki: 1,2 mm.
c) Størsta útstikk av píki á brúktum dekkum: 2,0 mm.
d) Størsta píkatal á dekki:
i) Hjólstødd 13 tummar: 90 píkar.
ii) Hjólstødd 14 tummar - 15 tummar: 100 píkar.
iii) Hjólstødd 16 tummar ella størri: 130 píkar, tó 150 píkar fyri C- og LT-merkt dekk.
2) Akfør yvir 3.500 kg:
a) Størsta vekt á píki: 3,5 g.
b) Størsta miðalútstikk av píkum á nýggjum, óbrúktum dekki: 1,5 mm.
c) Størsta útstikk av píki á brúktum dekkum: 2,5 mm.
d) Størsta píkatal á dekki: 150 píkar.
3) Tað er bert loyvt at nýta vetrardekk sum píkadekk, motorsúkkla tó undantikin.
§ 8. Tað er bert loyvi at marknaðarføra píkadekk, sum eru tilgjørd í samsvari við ásetingarnar í §§ 6-7.
§ 9. Tað er bert loyvt at nýta píkadekk, sum eru tilgjørd í samsvari við ásetingarnar í §§ 6-7.
Revsing og gildiskoma
§ 10. Brot á §§ 2-9 verður revsað við sekt.
§ 11. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 126 frá 22. november 2013 um nýtslu av dekkum.
Skiftisregla
§ 12. Eftir 30. apríl 2025 kunnu dekk ikki verða nýtt sum vetrardekk, sum bert eru merkt við:
1) M+S,
2) MS,
3) M&S,
4) M-S, ella
5) Mud and Snow.
EU-merkið
Hvussu skilji eg ES-merkið?
Frá novembur 2012 skulu øll dekk hava eitt ES-merki. Á merkinum standa trygdar- og umhvørvisførleikar á dekkinum. Á www.dæklabel.dk kanst tú lesa meira um skipanina.
ES-merkið er deilt í trý felt og verður lisið soleiðis:
Ovast til vinstru: Rullimótstøða (brennievnisnýtsla)
Við minni rullimótstøðu verður brennievnið spart, og tað ber í sær minni CO2-útlát. Dekk í bólki A spara mest brennievni, og fyri hvønn bólk frá A til G økist brennievnisnýtslan við uml. 0,1 litur pr. 100 km, koyrdir í einum bili, ið koyrir uml. 15 km/t pr. litur. Bólkur D verður ikki brúktur.
Ovast til høgru: Vegfesti í vátum veðri (bremsuførleiki):
Eitt gott vegfesti er altavgerandi, tá ið tað kemur til trygga koyring. Førleikin er býttur í bólkarnar A (grønt) til G (reytt), har ið bólkarnir D og G ikki verða brúktir. Munurin á bremsulongdini millum eitt dekk í bólki A og eitt í bólki F er í minsta lagi 18 metrar!
Niðast: Sigur frá uttandura larmi í desibellum (dB):
Larmurin, ið mátast í desibellum (dB), er ljóðið, ið kemur frá dekkunum uttan fyri bilin. Jú fleiri ringar eru teknaðir á merkið, jú verri er larmurin í desibellum.