Skal eg keypa heil hjól ella dekk og felgu hvør sær?
Tað er tín avgerð, um tú keypir heil hjól ella dekk og felgu hvør sær. Tað, ið er avgerandi, er at keypa dekk og felgu, ið hóska til bilin og góðkenningina. Gev gætur: tað er umráðandi, at dekkini setast rætt á felgurnar við javnvigan og albøting, fyri at fáa eitt heilt runt hjól við javnvág. Harvið koyrir hjólið væl, trygt og flestar kilometrar.
Hvussu goymi eg hjólini?
Goym hjólini á myrkum, turrum og svalligum staði. Hjólini skulu liggja fløt og kunnu stáplast.
Hvussu vaski eg hjólini?
Ynskir tú at vaska hjólini, tørvar tær vatn og sápu. Dekkini eru ikki ætlað til sterkari sápu.
Hvat er ein sporing / 4-hjólsmáting?
Ein 4-hjóls-máting, ið hevur verið kallað sporing, er ein máting, ið vísir á broytingar, ið skulu gerast innan stýringina á bilinum, fyri at hann heldur tað, ið framleiðari hevur ásett honum. Ovethi kannar hjólini, við at festa mátingartól á hjólini og gera tær broytingar, teimum tørvar.
Nær skal bilurin til 4-hjóls-máting?
Vanliga fer bilurin til eina árliga 4-hjóls-máting, ella um tað skuldi hent seg, at bilurin byrjar at toga til einu síðuna, meðan koyrt verður. Tú kanst kanna dekkini sjálvur – eru tey ójavnt slitin, er tíðin komin.
Bilur tín hevur tørv á 4-hjóls-útmáting, um m.a.:
• Bilurin togar til høgru ella vinstru, tá ið koyrt verður beint fram
• Dekkini eru ójavnt slitin
• Um partar av stýrinum eru útskift, eitt nú stýringskúlan ella beriarmurin
• Um tú hevur koyrt á ein kant, og stýrið ikki peikar beint fram.
• Um tú kennir broytingar í stýringini, tá ið tú koyrir.
• Eftir harða bremsan.
Hvat er javnvigan/albøting?
Lættasti háttur at skilja, hvat ein javnvigan er, er at forklára, hvørjar avleiðingarnar eru, uttan javnvigan: at javnseta hjólini er sera týdningarmikið, tí tað ávirkar allan bilin. Fyrst og fremst er tað keðiligt og iriterandi, tá ið tú koyrir, og harafturat kennist tað aftur í øllum partum á bilinum. Tá ið hjólini skulu javnvigast, verða tey sett í eina maskinu, ið snarar hjólunum og mátar javnvágið. Maskinan vísir, hvar vekt skal leggjast á, fyri at bøta um hjólið. Vit tilmæla at javnviga hjólini regluliga.
Hvat er ein spinner?
Ein spinner er ein viðgerð, ið kannar javnvágið, meðan hjólini enn eru á bilinum. Her verður hugt at upphangi, bremsuskivum og ásum.
Hvussu skifti eg dekk míni?
Einans útbúgvin fólk skulu seta dekk á og taka tey av. Tað er ikki ein ”ger-tað-sjálvur” uppgáva.
Hvussu skifti eg hjólini?
Velur tú at skifta hjólini sjálvur, eru nøkur punkt, ið eru heint at vita:
1. Ver heilt vísur í, at tú hevur røttu útgerð, áðrenn tú byrjar: Donkraft, hjóllykil og momentlykil.
2. Donkraftin skal standa á jøvnum og føstum undirlagi, ið tryggjar at bilurin ikki koppar.
3. Hjólbóltarnir skulu spennast og eftirspennast við einum momentlykli.
4. Minst til at reinsa felgu og nav. Ver ansin, hjólbóltar/møttrikkar skulu hóska til valdu felguna.