DEKKSKIFT OG JAVNVIGAN
Vel tey røttu dekkini, ið tú finnur á nethandli okkara.
Á Dekksentrinum leggja vit okkum eftir at hava dygdargóð dekk á goymslu í flest øllum støddum. Tað týdningarmesta á einum bili eru nevniliga dekkini, og vit lækka ikki krøvini til góðskuna av dekkunum við virðing fyri bæði tínum fíggjarligu viðurskiftum og trygd tíni. Dekkini eru títt einasta beinleiðis samband við vegin og tí átti tú, eins og vit, at givið tínum dekkum stórt uppmerksemi.
Lættasti háttur at skilja, hvat ein javnvigan er, er at forklára, hvørjar avleiðingarnar eru, uttan javnvigan: at javnviga hjólini er sera týdningarmikið, tí tað ávirkar allan bilin, um hettar ikki er í lagi. Fyrst og fremst er tað keðiligt og iriterandi, tá ið tú koyrir, og harafturat kennist tað aftur á øllum bilinum. Tá ið hjólini skulu javnvigast, verða tey sett í eina maskinu, ið snarar hjólunum og mátar javnvágið. Maskinan vísir, hvar vekt skal leggjast á, fyri at bøta um hjólið. Vit tilmæla at javnviga hjólini regluliga.
Vit hava tær mest framkomnu maskinurnar til dekkskift og javnvigan.
Vit klára at skifta og javnviga allar dekk- og felgustøddir.